AVSPÆL
10. mar 2024
Regin Sivertsen

Upptakt: KÍ - ÍF

Í dag verður landskappingin endiliga skotin í gongd, tá ið KÍ tekur ímóti ÍF við Djúpumýrar.

Tað er væntað, at KÍ fær greiða yvirvág ímóti ÍF í dag, tá ið liðið helst koma at kappast í hvør sínum enda á stigatalvuni. Í ár KÍ, ið er trýfaldur føroyameistari á rað, bjóðar ÍF vælkomnum norð, eitt ÍF lið sum var um reppið at flyta niður í fjør – men megnaðu at hóra undan.
 
KÍ hevur tó til tiðir havt tað trupult ímóti ÍF á heimavølli. Fleiri minnast á steypadystin í mai mánaða í 2022, tá ið KÍ helt fjepparunum á pínubonkinum í nærum 88 minuttir, áðrenn fyrsta málið kom. Og í fjør endaði annar dysturin við einum teprum 1-0 sigri, og hin seinni við einum greiðum 5-0 sigri.
 
Tað verður uttan iva ein spennandi dystur við Djúpumýrar ímóti ÍF í fyrsta heimadysti í ár. Vónandi møta vit øll fjølment upp at stuðla okkara liðið.

Góðan dyst, øll somul