AVSPÆL
02. mar 2024
Regin Sivertsen

Upptakt til Stórsteypadystin

Fyrsti dystur í kappingarárinum verður í dag, tá ið verandi føroyameistari, KÍ, og verandi steypavinnari, HB,  hittast til stórsteypadyst. Dysturin byrjar klokkan 17:30 á Tórsvølli.

Tað er lagt upp til ein spennandi dyst, tá ið KÍ og HB hittast á Tórsvølli í dag. Bæði liðini hava framt broytingar í hópinum ímun til undanfarna kappingarár – og samstundis er hetta fyrsti teljandi dystur hjá báðum venjarunum.

Nakrir skaðar gera um seg í hópinum, serliga í verjupartinum, har tað væntast at vit koma at síggja nakrar nýggjar leikarar sleppa at royna seg á miðverjuni í dag - og møguliga í byrjanini av landskappingini.
 
Hyggja vit eftir úrslitinum fyri venjingardystunum hjá KÍ, so er líkt til at KÍ ikki reiðiliga eru komnir ígongd við málskjótingina enn.
 
Taka vit hópin ímun til undanfarna kappingarár, so gleða vit okkum ómetaliga nógv at síggja okkara nýggju leikarar í KÍ búnanum. Dan í Soylu, Ari H Petersen og Pætur Petersen kunnu fáa sín fyrsta almenna dyst fyri KÍ í dag.
 
KÍ venjarin, Haakon Lunov, segði við samrøðu við Televarpið í vikuni, at málið í ár er at megna at vinna “the treble” ið er stórsteypadysturin, steypakappingina og føroyameistaraheitið – so ein triðingur av málsetninginum kann røkkast í kvøld, um KÍ megnar at vinna á arvafíggindunum úr HB.

Góðan dyst, øll somul

//Mynd: Sverri Egholm