AVSPÆL
01. mar 2024
Sølvá J. Joensen

KÍ er aftur kongablátt

Felagið fær nú nú aftur kongabláan búna og nýggi klædnaveitari okkara er Craft.

KÍ hevur gjørt fýra ára avtalu við Craft, sum verður okkara nýggi klædnaveitari, og tað merkir millum annað, at blusurnar aftur eru konga- ella KÍ bláar.

Tað, sum ger, at vit velja Craft, er fyrst og fremst vøruúrvalið, vit ynskja okkum kongabláa litin aftur og sterkasta síðan hjá Craft er lági prísurin og skjóta leveringin.

Nógv arbeiði liggur í at skifta merkið, og tískil gongur rúm tíð, áðrenn alt felagið er í nýggjum hami.

Bæði kvinnur og menn skifta leikbúnar og venjingarklæðir, akademi klæðini, ið vera til sølu, vera framyvir í merkinum Craft og leikbúnar í akademinum verða eisini skiftir út í ár.

Klædnapassidagur verður í bláu stovu í næstum, har tað ber til at keypa akademi klæðir (meira kunning um hetta seinni).

Klædnaavtalan er gjørd gjøgnum Sport24, sum saman við Craft, veitir okkum klæðir frameftir. Vit gleða okkum til samstarvið. Nýggi kongablái leikbúnin fæst til keyps í Sport24 um hálvan mars.