AVSPÆL
28. feb 2024
Sølvá J. Joensen

U17 og U19 úttikið

Í dag hava U19 og U17 venjararnir úttikið leikarar til komandi EM-undankappingar hjá gentulandsliðunum, og nógvir KÍ leikarar finnast ímillum tær úttiknu.

U19 skal til EM-undankapping í Turkalandi í døgunum 31.mars til 7.apríl. Mótstøðuliðini hjá U19 landsliðnum verða Turkaland og Armenia. Landsliðsvenjarin Pætur S. Clementsen hevur úttikið 5 KÍ leikarar: 

Sólja Ernstsdóttir

Jórun N. Patawary

Jancy Mohr

Vár Johannesen

Elspa Maria Zachariassen

 

U17 spælir EM-undankapping heima í Føroyum í døgunum 16-23.mars. Umframt Føroyar sum vertsland, luttaka Rumenia, Georgia og Lettland eisini í kappingini. Landsliðsvenjarin Eyðvør Jakobsen hevur úttikið 2 KÍ leikarar: 

Bírita Mohr

Sólja Vinjardsdóttir Johansen

 

Vit í KÍ eru sjálvsagt sera stolt og fegin av úttøkuni og ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku við úttøkuni.