AVSPÆL
27. feb 2024
Rúni Heinesen

Franskur miðverji til KÍ

Um nýggja miðverjan sigur venjarin, Haakon Lunov, at tað hevur síðstu vikurnar verið dúgliga leita eftir verjustyrki.

- Tað eru ávísir eginleikar, vit ynskja í nýggja verjuleikaranum. Hesar meta vit, at fraklendingurin, Céderic Yambere, hevur í sær.

- Céderic er 33 ára gamal við drúgvum royndum.  Hann hevur á síni fótbóltsleið spælt á høgum støði og eisini roynt at kappast í evropiskum leiki. Gjøgnum árini spælt og búleikast í ymsum londum og mentanum. Hann er ein sterkur,  kvikur og tekniskt stinnur leikari og av drúgvum royndum veit hann, hvat skal avrikast fyri at vinna dystir.

Céderic er føddur og uppvaksin í franska býnum Bordeax. Eftir ætlan er hann í Djúpumýru um 1 viku og tað fer at taka nakað av tíð at útvega uppihalds- og arbeiðsloyvi sum krevst, áðrenn hann kann tørna fyri á meistarliðnum.