AVSPÆL
14. feb 2024
Rúni Heinesen

Ragnar Poulsen settur sum fysiskur venjari

Venjaratoymið fyri besta mansliðið er nú fullmannað. Argjamaður skal nú tryggja, at mansliðið fær røttu likamligu venjingina.

Síðstu tíðina hevur Ragnar verið knýttur at Argja Bóltfelag sum venjari. Framman undan hevur hann havt uppgávur sum fysiskur venjara hjá feløgum í Keypmannahavn, har hann eisini hevur tikið hægri útbúgvingar innan økið. Í løtuni er Ragnar í ferð við UEFA-A-venjaraútbúgvingina hjá FSF.

Ragnar hevur verið við á venjingarleguni í Algarve og nú hava KÍ og Ragnar gjørt ein 2-ára sáttmála. 

- Vit í KÍ fegnast um at hava fingið ein dugnaligan og nærlagdan fysiskan venjara í felagið til besta manshópin.