

Hjálparvenjari settur
KÍ hevur gjørt sáttmála við norðmannin Espen Haug um at hann skal vera hjálparvenjari á besta mansliðnum næstu tvey árini
Enn ein norsk greipa fer at standa á odda fyri besta liðnum hjá KÍ í 2024 og 25. Avtala er gjørd við norðmannin Espen Haug um at vera hjálparvenjari hjá Haakon Lunov.
48 ára gamli Espen Haug hevur verið venjari hjá Gjøvik-Lyn í seks ár, men hevur nú gjørt av at taka við nýggjum avbjóðingum í KÍ.
Espen Haug er best kendur í Norra sum miðvallari hjá Raufoss og síðani venjari hjá teimum. Í 2018 fór hann til Gjøvik-Lyn, har hann hevur verið inntil nú.
KÍ fegnast stórliga um nýggja hjálparvenjaran, sum kemur til landið í morgin, og harvið er greitt, at hann er við á venjingarleguni í Portugal í næstu viku.
Sáttmálin við Espen Haug er galdandi kappingarárini 2024 og 25.