KÍ søgur : Tá ið Teistin sigldi vestur um Sandoynna
Við KÍ søgum minnast vit aftur á stuttligar løtur í felagnum ígjønum øll hesi árini. Hesaferð er tað Per Jacobsen, ið hugleiðir um túrin við Teistanum í 1996.
13. oktober 1996 var ein landsynningsmorgun. Ternan lá bundin til legu og skiparin avlýsti túrin.
Tíbetur vóru leikarar og leiðarar farnir suður kvøldið fyri.
Tveir áskoðarar hildu “skipsráð” á Stangarbrúnni. Samdust um at fara um Fjørðin við Medicus, sum sigldi fyri Barsskor, sum stóð á sleipistøð.
Ferðin var baldrut, rull og ruskveður. Komnir inn um brimgarðin í Leirvík slætnaði og lætnaði, og nú var fyrsti fjørðurin á longu leiðini tikin.
Á Leirvíkskai stóð bussur fyri okkum. Vit báðir og trý onnur ferðafólk, tey skuldu við flogfarinum sama dag, stigu upp og inn í bussin. Vit hildu spentir og hugaligir leiðina fram.
Gøtuvík við glaðustroki var ótýdlig at síggja, men treisknið fylgdi okkum henda morgunin.
Vit ætlaðu okkum til Suðuroyar til síðsta útidystin hetta kappingarárið, tí støddfrøðin segði okkum, at trý stig á Eiðinum í Vági og ein møguligur stigamissur til GÍ í Sarpugerði henda illveðursdag, kundu hava við sær, at meistaraheitið saktans kundi enda í Klaksvík vikuna eftir.
Og vit trúðu sanniliga, at liðið fór at sigra í Suðuroy!
Komnir til Havnar lá Teistin fyri okkum. Nú byrjaði ferðin um syðru firðirnar. Við vóru fýra ferðafólk, teirra millum tveir treiskir KÍ viðhaldsmenn. Komnir nakað suður var ikki hugsingur um at sigla suður undir Skálhøvda og suður um Dalsfles. Hann setti tí nýggja kós og helt leiðina gjøgnum Skopunarfjørð og vestur um Sandoynna og Skúvoynna suður gjøgnum Dímunarfjørð og Suðuroyarfjørð.
Vit báðir, ið eru skyldmenn, vórðu bodnir til døgurða umborð á Teistanum av sjálvum kokkinum, ið er skyldmaður okkara. Vit fingu feskt kjøt og sós og epli við súrepladjúsi afturvið. Omaná fingu vit sitrónfromasju og nýkókað kaffi. Hóast rull og bólt var hýrurin góður. Vit “fornemmaðu” at okkara lið fór at vinna á Eiðinum, og so var bert spurningur um ÍF megnaði at taka stig frá GÍ.
Soleiðis gekk prátið millum viðhaldsmenn og skipsmanning.
Komnir á Drelnes skiltust vit eina løtu. Fylgisneyti mín fór at vitja systrina í Froðba. Eg fór við bussinum til Vágs at vitja systkinabørnini í Vági.
Á vøllinum stríddist liðið í vindi og oysandi regni. Tvey mál í fyrsta korteri av fyrra hálvleiki avgjørdu dystin. Málini skutu John ´Hansen` Ryan og Eyðun Klakstein.
KÍ vann báðar dystirnar móti GÍ hetta árið og vann eins nógv stig sum GÍ. Málmunurin gjørdi, at GÍ vann meistaraheitið 1996.
Nú er hetta bert minnir:
Ternan røkir rutuna millum Bursatanga og Nólsoy.
Teistin varð seldur til Italia. Medicus varð seldur til Danmarkar.
Barsskor varð upphøgdur norðuri á Strond og brendur á Hagaleiti í Leirvík.
Enn eiga suðringar Smyril. Teir ferðast um firðir meðan vit ´fresa` undir Fjørðin.
Per Jacobsen