AVSPÆL
05. jan 2024
Sølvá J. Joensen

Mads er okkara í tvey ár afturat

Síðani 2022 hevur Mads Bo Mikkelsen verið bláur. Nú hevur hann longt við felagið.

Sum 22 ára gamal kom hann til felagið, og her hevur hann stórtrivist í bláa umhvørvinum.

Í eina tíð hevur verið óvist, hvagar leiðin gekk hjá Mads, men nú er greitt, at hann er okkara í tvey ár afturat. 

Mads, sum hevur føroyska mammu, flutti til HB á sumri 2020 fram til kappingarenda í 2021 og valdi tá, hóast tilboð úr m.a. Danmark, at spæla við KÍ, og má sigast, at her hevur hann trivist og ment seg enn meira sum leikara.

Sum leikari er Mads tekniskur, driblisterkur og ómetaliga skjótur. Hann dugir sera væl at seta viðleikarar í góðar støður og er sera vandamikil ein ímóti einum í álopsstøðu.

Vit í felagnum eru sera fegin um longda sáttmálan, og gleða vit okkum at síggja kvika, driblisterka nummar 6 í bláum búna í 2024 og 2025.