AVSPÆL
27. des 2023
Sølvá J. Joensen

Takk fyri í ár!

2023 hevur verið tað besta og søguligasta kappingarárið hjá felagnum, og minnini frá hesum árinum fara at standa klár og týðulig í mong ár frameftir.

KÍ ynskir øllum gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár við tøkk fyri tað brátt farna.

2023 hevur verið tað besta og søguligasta kappingarárið hjá felagnum, og minnini frá hesum árinum fara at standa klár og týðulig í mong ár frameftir.

Kvinnurnar eru ósigraðar og hava vunnið FM. Menninir hava eisini vunnið FM og havt eina ótrúliga ferð í Evropa. Vit glaðast um, at vit í akademinum hava sera nógvar ídnar leikarar, sum hava fingið góð úrslit í 2023 og mennast í hvørjum. Vøllirnir við Djúpumýru og á Másheyggi eru hvønn dag fullir av børnum og ungum, ið stríðast og kempa fyri tey bláu. Uttan foreldur og onnur, sum hvørja viku gera eitt kempi arbeiði fyri felagið hevði hetta als ikki borið til.

Hetta hevur eisini verið tað mest krevjandi árið ítróttaliga og fyrisitingarliga, og tað bar ikki til uttan øll, sum eru um felagið.

Við hesum takka vit tí eisini øllum tykkum - úti og heima - sum hava verið við á ferðini gjøgnum landskappingina, gjøgnum innleiðandi umførini í Champions League, Evropa League og í Conference League bólkaspælinum. Øll, hvør sum ein, eiga sín lut í søguskriving felagsins.

Takk fyri, góðu tit øll, vit gleða okkum til at seta hol á 2024 saman við tykkum.Takk!

Merry Christmas and Happy New Year to all our players, staff, supporters and everyone who has been with us during this spectacular season. See you all in 2024.