AVSPÆL
21. des 2023
Sølvá J. Joensen

Akademiið fingið nýggjar venjarar

KÍ hevur sett nýggjar venjarar til dreingjaliðini í KÍ-akademinum.

Dreingjaliðini í KÍ-Akademinum fáa nýggjar venjarar komandi kappingarár. U13 og U15 fáa danan Kristoffer Winther Pedersen sum venjara. Hann er 33 ára gamal og var síðsta summar úrvalsvenjari hjá U12 og U15 á akademinum í Næstved, har hann eisini var talentleitari og hevði í eitt tíðarbil ábyrgdina av at útvega spælarar.

Kristoffer hevur UEFA B-Youth útbúgvingina, sum er ein yvirbygningur aftur at B-venjaraútbúgvingini, og hann er eisini útbúgvin námsfrøðingur.

20 ára gamli Daniel Offenbach Svendsen verður høvuðsvenjari hjá U11 og U14. Hann kemur úr Randers Freja. Hóast ungur, so hevur Daniel longu góðar royndir frá ymsum stigum og hevur B3-venjaraútbúgvingina. Hann hevur eisini eina námsfrøðiliga tilgongd til at menna ungar spælarar, sum hóskar sera væl til KÍ og menningarætlanina hjá felagnum.

Á U17 liðnum er Regin Høgnesen settur sum hjálparvenjari fyri Kristoffer Kvistgaard, sum eisini hevur vant U17 í ár. Regin, sum hevur havt ein steðg frá fótbólti í 2023, hevur UEFA B-venjaraprógv og fullger harvið sterka U17 venjaratoymið.

Í aldursbólkinum U11 – U15 fáa Kristoffer og Daniel stuðul frá einum stinnum bólki av foreldravenjarum, sum tilsamans eru sterk venjaratoymi á øllum Akademi-liðunum úr U11 og uppeftir.