AVSPÆL
19. des 2023
Rói Clementsen

Venjaratoymið hjá kvinnunum styrkt

KÍ hevur gjørt sáttmála við íslending, sum kemur aftur at venjaratoyminum hjá Betri-kvinnum og verður venjari hjáU16 gentum

26 ára gamli Svanberg Óskarsson úr Íslandi skal vera annar av hjálparvenjarunum hjá Betri-kvinnum. Hann hevur verið venjari í Danmark og kemur úr felagnum Fortuna Hjørring, har hann hevur verið partur av U18 gentuliðnum í fremstu røð, eins og hann eisini hevur verið fysiskur venjari hjá úrvalsliðnum í felagnum.

Umframt at venja besta liðið við kvinnum skal Svanberg eisini vera høvuðsvenjari hjá U16 gentum í Akademinum.

Svanberg Óskarsson hevur UEFA B venjaraprógv og BA í ítrótti og kandidat í ítróttarteknologi.

Hann verður partur av venjaratoyminum og fer at arbeiða saman við Kristoffer Kvistgaard, høvuðsvenjara, og Rúnu Nón Bjartalíð, sum hevur longt sín sáttmála sum hjálparvenjari.

Komandi kappingarárið hevur KÍ eisini sett Hera Ósá sum málmansvenjara og Rana Hjaltalin Midjord sum fysiskan venjara. Harafturat er sáttmálin við fysioterapeutin Hans Christian Danielsen eisini longdur.