Mads Kleiv skal venja fyrstu deild
Nú er greitt hvør skal venja fyrstu deild. Norski Mads Kleiv er maðurin, sum eisini verður partur av venjaratoyminum hjá Betri-monnum.
28 ára gamli norski venjarin Mads Kleiv skal venja fyrstu deild menn næstu tvey kappingarárini, og hann skal eisini vera partur av venjaratoyminum hjá Betri-monnum.
Norðmaðurin kemur til KÍ úr norska felagnum Tromsø IL, har hann hevur vant U19 og eyka liðið. Hann hevur UEFA B-útbúgving og BA í fótbóltsvenjing og leiðslu frá UCFB Wembley í London.
Mads Kleiv verður hjálparvenjari hjá Betri-monnum og skiftisvenjari, sum merkir, at hann fer at leggja stóran dent á ungu spælararnar í hópinum og tryggja teirra einstaklinga menning og eitt gott skifti frá ungdóms- til vaksnamannafótbólt.
Í akademinum verður Mads høvuðsvenjari hjá fyrstu deild við monnum, har uppgávan er at tryggja at liðið virkar sum eitt gott menningarlið hjá ungum, lokalum spælarum, soleiðis at teir kunnu fara úr ungdómsfótbóltinum og takað stigið upp í vaksnamannafótbólt í KÍ.
Harafturat verður Mads Kleiv partur av morgunvenjingunum og eyka venjingum.
Sáttmálin millum KÍ og Mads Kleiv varir kappingarárini 2024 og 2025.