AVSPÆL
16. des 2023
Rúni Heinesen

Landsliðsleikari til KÍ

Kvikur, arbeiðssamur og skal styrkja álopið

Eftir eitt kappingarár á Akureyri hevur 25 ára gamli skálvíkingurin Pætur Joensson Petersen valt at venda heim og vera partur av meistarliðnum komandi tvey árini.

Pætur spældi sín fyrsta dyst í meistaradeildini longu í 2015. Hevur spælt á øllum landsliðum og er síðstu tvey árini úttikin til A-landsliðið.

Pætur er ein kvikur og arbeiðssamur leikari, sum einamest hevur leikt sum vongur og áleypari. 

- Vit í KÍ vænta okkum nógv av Pæturi og ynskja honum vælkomnan í bláu troyggjuna.