AVSPÆL
08. des 2023
Regin Sivertsen

Heiður til KÍ leikarar og venjarar

Fastur táttur hjá Miðlahúsinum og FM1 er at hava fótbóltsgalla, tá ið kappingin er endað. Fleiri umboð fyri KÍ vóru heiðrað á ársins tiltaki

Á venjarasíðuni blivu venjarnir á ávíkavist kvinnu- og mannfólkaliðnum, Kristoffer Kvistgaard og Magne Hoseth kosnir ársins venjarar. 

Óluva Allansdóttir Joensen og Odmar Færø blivu heiðrað sum teir bestu landsliðsleikarnir í 2023. Óluva varð eisini kostin til at vera ársins málverji.

Odmar Færø var eisini kosin sum ársins verjuleikari - og Birita Ryan vann á kvinnusíðuni.

Eyðvør Klakstein vann heiðurin sum ársins miðvallari og ársins leikari.

Páll Andrasson Klettskarð vann heiðurin sum ársins áleypari.

Umframt hetta, vann KÍ Fair Play heiðurin, ið staðfestir, at KÍ er tað liðið, ið hevur fæst gul/reyð kort á manssíðuni.

Mynd: in.fo