

UPPTAKT: KÍ – Slovan Bratislava
Hóskvøldið tekur KÍ ímóti Slovan Bratislava í ársins seinasta heimadysti. Seinast liðini skuldu møtast í Føroyum bleiv uppgerðin heimskend, av tí at Korona kom upp í leikin hjá útiliðnum, sum máttu tapa uttan dyst av tí sama.
Tað tykist tómt í løtuni. Frá at hava spælt triðja hvønn dag í nakrar mánaðir eru tað nú fjúrtan dagar ímillum hvønn dyst. Men KÍ hópurin er í gongd og ger seg kláran til komandi uppgávu. Ein uppgáva ið er ímóti einum av formsterkastu liðunum í Evropa-kappingum.
Tórsvøllur hevur verið karmur um nógvar góðar løtur í ár hjá KÍ. Hóast færri fjepparar enn undanfarnu dystir ímóti Ljubljana, var sannur rómur rundanum vøllin. Vit vóna at mong møta upp til dystin hóskvøldið.
Fyri nøkur í KÍ er talan um seinasta heimadyst á hesum sinni. Óvissa valdar um nakrar leikarar í hópinum, men givið er at Vegard Forren, Daniel Berg Hestad og Elisabet Vang vera við til sín seinasta heimadyst í hesum førið.
Á útivølli í Slovakia gjørdist talan um ein spennandi dyst, men har Slovan Bratislava dróg longra stráðið, tá ið teir vunnu 2-1. Málið hjá KÍ skeyt Deni Pavlovic. Munurin á liðnum var tó ikki heilt stórur, og kundi KÍ við hepni fingið betri úrtøku.
Givið er, at útlitini fyri víðari luttøku í kappingin er trupul, tað sannaði venjarin og liðskiparin eisini eftir dystin ímóti Ljubljana, men við einum sigri kann KÍ, um nakar ivaðist áðrenn, veruliga vísa, at teir hoyra til hendan stóra pallin í Evropeiskari luttøku.