AVSPÆL
24. nov 2023
Sølvá J. Joensen

Jonn hevur longt

Hann hevur verið sera nógv skaðaplágaður, men er nú við at vera klárur og er okkara til og við kappingarárið 2025.

Tað er við gleði at vit kunnu kunngera at okkara egni Jonn Johannessen hevur longt við felagið í 2 ár. 

Hann hevur ikki verið nógv at sæð síðsta árið vegna drúgvan skaða! Í heyst varð hann skurðviðgjørdur og er nú undir uppvenjing og letur væl at!

Vit vænta og vóna, at hann verður ein virðismikil partur og liðnum tá kappingin byrjar aftur komandi vár. 


Hóast sín unga aldur hevur hann drúgvar royndir í altjóðadystum bæði á U21-landsliðnum og í UEFA-dystum hjá KÍ.

Vit gleðast um longda sáttmalan og at síggja teg á vøllinum aftur skjótt góði Jonn.