AVSPÆL
22. nov 2023
Sølvá J. Joensen

KÍ søkir eftir fysiskum venjara

Besta mansliðið skal hava nýggjan fysiskan venjara. Starvslýsing niðanfyri

Við hesum verður søkt eftir ágrýtnum, fysiskum venjara til besta mansliðið hjá KÍ kappingarárið 2024 at byrja 1. januar 2024.

Sum fysiskur venjari hjá KÍ arbeiðir tú í einum professionellum fótbóltsumhvørvi og venjaratoymi. Tú hevur ábyrgdina av kropsligu venjingini og menningini hjá hvørjum einstøkum spælara, eins og tú verður við til at taka avgerðir í gerandisdegnum.

Vit vænta:

  • At tú hevur útbúgving innan fyri ítrótt, fysioterapi ella líknandi og royndir sum
    fysiskur venjari
  • At tú dugir væl at fyrireika og at standa fyri venjingum
  • At tú ert fevnandi og íðin eftir at skapa trivnað, menning og úrslit
  • At tú hevur lætt við at samstarva og samskifta við spælarar, venjarar og onnur
  • At tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, tolir skiftandi arbeiðstíðir og dugir væl at leggja
    arbeiði til rættis


Og vit vænta eisini, at tú hevur holla vitan um:

  • Fysiska venjing sum heild bæði til venjingar og dyst
  • Styrkivenjingar og úthaldni ætlað fótbólti
  • Skaðafyribyrgjandi venjingar og uppvenjingar eftir skaða
  • Hvussu einstaklinga venjingarætlanir verða lagdar til rættis
  • Hvussu GPS tøl skulu handfarast

Ljóðar hetta spennandi, og vilt tú vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við
høvuðsvenjaran Magne Hoseth á tlf 580130 ella á magne@ki.fo


Starvið verður í fyrstu syftu sett fyri kappingarárið 2024, starvsbrøkur og løn eftir avtalu.


Umsókn við lívsrensli og prógvum skulu sendast til magne@ki.fo so skjótt sum til ber og í
seinasta lagi 10. desember.