22. nov 2023
Elisabet takkar fyri seg
Fysiski venjarin hjá KÍ hevur gjørt av at fara úr felagnum og takkar nú fyri seg
Síðani 2021 hevur hon verið á sæð á vøllinum saman við okkara Betri monnum.
Íðin og nærløgd hevur hon verið um okkara spælarar og hóp sum fysiskur venjari. Hon hevur givið teimum persónligar venjingar, hjálpt teimum at hita upp til venjingar, dyst og eisini runnið á síðulinjuni fyri at tryggja sær allir gera tað, sum teir skulu. Og sigast kann, at aldrin hava vit havt so góðan og skaðafrían hóp, sum tá ið Eliasbet hevur havt ein fingur við í leikinum.
Nú takkar hon fyri seg í KÍ og fer at royna nýggjar avbjóðingar. Vit ynskja tær alt tað besta og góða eydnu, eins og vit takka tær fyri títt íkast og megnar arbeiði her í felagnum, góða Elisabet.