AVSPÆL
15. nov 2023
Sølvá J. Joensen

Dan í Soylu er bláur

Tað er við gleði at vit í kvøld kunngerða at Dan í Soylu verður ein partur av KÍ hópinum 2 tey næstu árini.

Vit hava skrivað sáttmála við 27 ára gamla íðna heimasandsmannin. 

Dan byrjar longu at venja á Djúpumýru komandi mánakvøld.

Vælkomin til Klaksvíkar góði Dan, vit gleða okkum til samstarvið.