AVSPÆL
10. nov 2023
Regin Sivertsen

Tað gekk ikki í Slovenia

Tað gjørdist ein torfør uppgáva í Slovenia, tá ið KÍ tapti 2-0 ímóti Ljubljana

Tað gjørdist ongantíð veruliga vandamikið frammanfyri málið hjá mótstøðuliðnum, ið var nógv á bóltinum og skapti nógvar støður - tó uttan at geva úrslit fyrr enn seint í dystarenda. 

KÍ liðið stríddist mannliga, og hóast yvirtakið til Ljubljana, so tøktist tað at vera ein kjansur fyri, at KÍ kundi snýta seg frameftir til onkrar vandastøður - men tá ið Árni Frederiksberg fekk seinna gula kortið, tøktist sum at luftin fór úr ballónini og var endamálið at halda málið reint - og harvið fáa eitt stig. Men áhaldandi yvirvágin til Slovenar gav úrslit, og kláraðu teir at skora tvey mál. 

KÍ tekur ímóti Slovan Bratislava um tvær vikur, og vóna vit at síggja nógv fólk til dystin. KÍ hevur havt tað ómetaliga gott á heimavølli í evropeiskum kappingum í ár, og tískil kunnu vit vænta ein spennandi dyst, tá ið Slovakar koma á vitjan.