AVSPÆL
09. nov 2023
Regin Sivertsen

Lagnudystur á Stadion Stožice

Onkur vil kalla hetta tann fyrsta finalan, tá ið Olimpija Ljubljana bjóðar KÍ vælkomnan til dans í kvøld.

Spenningurin er øgiligur í KÍ leguni í løtuni. Við sigri í kvøld kann KÍ skapa ein óvanligan spenning um annað plássið í bólkinum - og harvið víðari luttøku. 

Men uppgávan er stór. Tá liðini hittust á Tórsvølli fyri tveimum vikum síðani, tók KÍ av málkjansunum og vísti frálíkt spæl - bæði taktiskt og tekniskt. Yvirskriftin á sigrinum var helst at liðavrikið hjá KÍ vann á individualistunum hjá Olimpija Ljubljana. Frøin var ovurstór á KÍ leguni og fjepparaskaranum - ímeðan Olimpija Ljubljana leikarar máttu standa skúlarætt frammanfyri hálvnaknu Slovensku fjepparunum. 

Olimpija Ljubljana hevur síðani vitjanina á Tórsvølli spælt tveir dystir. Tann fyrri endaði 0-0 ímóti NK Aluminij, ið liggur á 9. plássið, og hin seinni vann Ljubljana 0-1 ímóti NK Celje, ið liggur fremst í deildini.

Hjá KÍ hevur verið friður. Eftir steypahandanina hevur liðið havt ellivu dagar har liðið ikki hevur leikt dyst. Hópurin hevur tó onkrar skaðar at drigast við. Hallur Hansson og René Shaki Joensen eru ikki við á ferðini. Hinvegin er Odmar Færø klárur aftur, hann var ikki við seinast vegna sjúku, og Heini Vatnsdal er eisini tøkur, tá ið hann heldur óvænta byrjaði inni seinast liðini møttust. 

Hjá KÍ er málsetningurin greiður - KÍ vil víðari úr bólkaspælinum, og til tað krevst helst ein sigur í kvøld.

Dysturin verður vístur á TV2 (krevur hald frá TV2 Play) og dysturin byrjar klokkan 20:00.