

07. nov 2023
Sólja til KÍ
Aftur í dag kunnu vit við gleði kunngera at enn ein nýggj KÍ kvinna verður at síggja á vøllinum til venjing í morgin.
Talan er um U19 landsliðsleikaran Sólju Ernstsdóttir, ið kemur til felagið frá barndómsfelagnum Skála.
Sólja er 17 ára gomul og hevur altíð spælt á Skála, uttan 2022-23, tí hon var á eftirskúla í Danmark, har hon spældi fyri Vildbjerg. Sólja hevur verið sera sjónlig í Betri deildini fyri EBS/Skála, har hon spældi 9 dystir og skoraði 4 mál. Hon er ein skjótur og tekniskt væl fyri álopssinnaður leikari.
Vælkomin til felagið, góða Sólja, vit gleða okkum til eitt gott samstarv.