06. nov 2023
Margunn Lindholm er okkara
Í kvøld er eitt nýtt andlit ímillum KÍ kvinnurnar til venjing á Djúpumýru.
Margunn Lindholm er 27 ára gomul og kemur til felagið frá NSÍ. Hon er miðvallari, er sera offensiv í sínum spælið, og hevur eisini eitt gott skot!
Hon var partur av EB/Streymur/Skála sum vann FM í 2017 og 2018 har hon eisini gjørdist ársins leikari. Flest øll minnast hennara frísparksmál í steypafinaluni 2018.
Eftir kappingarárið 2018 fór hon niður til Danmarkar í lestrarørindum og hevur hon, síðan hon flutti heim aftur, umboða NSÍ.
Hon er eisini ein partur av kvinnulandsliðshópinum, sum í heyst spælir í Nations League.
Margunn verður partur av KÍ kvinnunum frá 2024 og vit gleða okkum at síggja hana í bláum búna.
Vælkomin til felagið góða Margunn.