AVSPÆL
04. nov 2023
Sølvá J. Joensen

Ari er bláur

Vit kenna hann sum 07Vestur og U21 málverja - nú er Ari í Haldsstovu Petersen bláur!


Tað er við gleði at vit kunnu kunngerða at Ari hevur gjørt sáttmala við felagið í 2024, 2025 og 2026.


Ari byrjar at venja við hópinum longu í morgin.

Vælkomin til Klaksvíkar og KÍ góði Ari, vit gleða okkum til samstarvið.