AVSPÆL
29. okt 2023
Regin Sivertsen

Upptakt: KÍ - Víkingur

Tað er lagt upp til stóra brak í dag, tá ið formsterkasta liðið í Føroyum kemur á vitjan.

Víkingur leggur stuttu leiðina norð til Klaksvíkar í dag. Útiliðið hevur havt eina framúrskarandi gongd í síðstuni og skal nú royna seg ímóti Føroyameistarunum.

Tað er óvist hvussu venjaratoymið hjá KÍ velur at stilla upp til dagsins dyst. Dysturin hóskvøldið tøktist at taka hart uppá onkrar av leikarunum, tí kann væntast at nakrar broytingar eru í mun til seinasta dyst. Liðini hava møtst tær ferðir í hesum kappingarárinum. Liðini hava vunnið hvør sín dyst.

Tað einasta vit kunnu siga við vissu í dag, er, at steypið gerst okkara í dag og fara vit at hátíðarhalda ein sannan KÍ dag, har øll eru vælkomin til at fagna KÍ monnunum og kvinnunum við hesum fantastiska kappingarárið.