AVSPÆL
24. okt 2023
Sølvá J. Joensen

Allan Mørkøre til KÍ

Vit eru sera stolt av at kunngera, at vit hava styrkt um gentu síðuna í okkara akademii. Vit hava gjørt sáttmála við Allan Mørkøre, sum frá 1. januar verður høvuðsungdómsvenjari hjá gentunum í KÍ.

Vit kenna øll Allan, hann hevur spælt 181 dystir fyri felagið og skorað 42 mál. Og so hevur hann eisini spælt 54 dystir fyri Føroyar.

Sum høvuðsungdómsvenjari er uppgávan hjá Allani at menna okkara gentu ungdómslið frá U11 til U16 enn meira. At hjálpa, stuðla og inspirera okkara ungdómsvenjarar og somuleiðis tryggja at liðini venja eftir tí leisti, ið KÍ Akademiið hevur lagt seg eftir.

“Eg eri sera glaður fyri at koma til eitt felag sum KÍ” sigur Allan Mørkøre eftir at hava skrivað undir.

“Eg byrjaði mína fótbóltsyrkisleið í KÍ, og felagið er, síðani eg fór, ment nógv. Eg gleði meg til at geva barndómsfelagnum nakað aftur. Mín stóri áhugi er gentu og kvinnufótbóltur, og her er KÍ bara best. Mín sterka síða er at menna ungar leikarar, og tað fari eg eisini at gera í KÍ. Eg gleði meg eisini sera nógv til at arbeiða saman við dugnaligum fólki, sum er í felagnum og rundan um Akademiið og at mennast sum venjari.”

Akademi-stjórin Jonas N. Nielsen sigur soleiðis: “Vit hava leingi ætlað okkum at seta ein høvuðsungdómsvenjara til genturnar fyri at tryggja góðskuna á okkara venjingum og somuleiðis menningina av hvørjum einstøkum leikara, og her eri eg eftir fleiri samrøður við Allan seinasta hálva árið vísur í, at vit hava funnið tann besta. Eg gleði meg til samstarvið við Allan og alt tað, hann hevur at bjóða felagnum, so vit framhaldandi kunnu vera flaggskip í føroyskum kvinnufótbólti í nógv ár afturat.”

Allan Mørkøre hevur keypt barnaheimið úti á Bumshamri og flytur tí heim! Hann byrjar í starvi hjá KÍ 1. januar 2024.