AVSPÆL
24. okt 2023
Regin Sivertsen

Upptakt: KÍ - Olimpija Ljubljana

Hóskvøldi tekur KÍ ímóti Olimpija Ljubljana á Tórsvølli. Hetta er ein avgerandi dystir fyri KÍ, um tað skal gerast møguligt at røkka annað plássið, ið gevur víðari luttøku úr bólkinum.

Verandi greipuvinnarnir úr Slovenia koma á vitjan. Liðið hevur havt eina góðkenda byrjan uppá kappingarárið har teir í løtuni liggja á einum triðja plássið eftir 12 umfør. Ljubljana hevur tapt báðar teir fyrru dystirnar í bólkaspælinum. 2-0 ímóti Lille og 0-1 ímóti Slovan Bratislava. 

Spenningurin er øgiliga stórur ímillum viðhaldsfólk undan dystinum. KÍ hevur ígjøgnum alt árið verið sera gott og støðugt í evropeiskum kappingum í ár - har heimavøllurin hevur verið ein sannur skansi. Úr KÍ frætta vit at hópurin er nær við at vera fullmannaður. Jonn Johannesen er tann einasti ið vit kunnu siga við vissu ikki er tøkur til dystin. 

Tað er lagt upp til brak. Vónandi møta vit øll fjølment upp í bláum hósdagin klokkan 17:45.