AVSPÆL
05. okt 2023
Albin á Hædd Johannessen

Upptakt til steypafinaluna hjá kvinnum: NSÍ – KÍ

Leygarkvøldið spæla okkara kvinnur steypafinalu í Tórshavn.

Lagt er upp til eina spennandi og tætta finalu millum kvinnuliðini hjá KÍ og NSÍ leygardagin 07.10.23 kl 19.15 á Tórsvølli.

KÍ hevur longu tryggjað sær meistaraheitið, nú tær hava vunnið allar sínar dystir í ár, meðan NSÍ liggur á øðrum plássi í kappingini, tá eitt umfar er eftir at leika.

Seinast KÍ og NSÍ hi????ust í landskappingini var í Klaksvík seinasta vikuski????i, har KÍ vann ein greiðan 2-0 sigur. Sigurin kundi verið størri um KÍ leikararnir vóru neyvari og hepni var við.

Seinast KÍ vann steypafinaluna var í 2022 tá KÍ vann 2-1 á HB. Seinasti steypafinalusigurin hjá NSÍ var í 2021, tá NSÍ vann 4-2 á HB. Seinast KÍ og NSÍ hittust í steypafinaluni var í 2020, tá KÍ vann 3-0.

Dystirnir millum hesi bæði feløgini eru oftast tættir og spennandi, har KÍ tó hevur staðið eftir sum vinnandi liðið oftari. Kvinnurnar í NSÍ eru miðvísar, og er ætlanin hjá teimum uttan iva at gerast ein fastur FM og steypakappingar avbjóðari, tí kann væntast at bæði liðini fara at leggja nógv fyri at vinna finaluna.

Hjá KÍ er liðskiparin Sanna Svarvadal ikki við vegna knæskaða. Malena Olsen og Lóa Samuelsen eru heldur ikki við til dystin leygarkvøldið.

Vinnur KÍ steypafinaluna er hetta 17. ferð í søgu felagsins. Vinnur NSÍ steypafinaluna er tað aðruferð í søgu felagsins.

Fyri KÍ er tað tað av týdningi, at nógvir bláir áskoðarar koma á Tórsvøll leygarkvøldið at stuðla okkara kvinnum.

Koyr á KÍ

(mynd: Norðlýsið)