AVSPÆL
27. sep 2023
Regin Sivertsen

Upptakt: EB/Streymur - KÍ

Dysturin sum upprunaliga er partur av 17'inda umfari verður leiktur í dag, tá ið KÍ vitjar í Hólmanum á Eiði.

Mótstøðuliðið í dag, EB/Streymur, liggur á einum sætta plássið. Báðu ferðinar liðini hava møtst í ár, hevur verið spenningur til tað allarsíðsta. Fyri góðum mánaða síðani sat KÍ á pínubonkinum líka til 95. minutt, tá ið Jóannes K. Danielsen skeyt sigursmálið.

Hjá KÍ ger einki leikbann seg galdandi, men nakrir skaðar eru. Ivasamt er um Luc Kassi er tøkur - og Heini Vatnsdal og Hallur Hansson eru ikki tøkir.

Megnar KÍ at vinna í dag kemur KÍ upp á 62 stig. Nærmasti kappingarneyti, B36, hevur 53 stig. Tað vil siga, at við fýra dystum eftir kann KÍ vera 9 stig frammanfyri nummar tvey. 

Magne sigur við heimasíðuna, at tveir teir komandi dystirnir eru avgerandi fyri okkum, vinna vit teir báðar dystirnar kunnu vit blíva føroyameistarar sunnudagin. Tað er umráðandi fyri okkum, at vit kunnu halda góða stiman eftir góða TB sigurin á útivølli. 


Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 18:00 og KÍ spælir í grønum