

Tað gekk akkurát ikki!
Klokkan 20 í kvøld varð bríkslað í gongd í Slovakia, tá ið Slovan Bratislava bjóðaði KÍ upp til dans!
Tað eydnaðist ikki í fyrsta umfarinum í Conference League at fáa stig til hølvdar - men enn einaferð prógvaðu okkara, at tað er ikki óuppiborið at vit eru við til slíkar kappingar í evropa.
Tað var 0-0 í hálvleikinum, í einum dysti har liðini vóru bæði tvey ágangandi ímóti málunum. Slovan Bratislava hevði yvirvág, men KÍ vísti ofta tenn, og kundu við meiri neyvleika hótt mótstøðumálið enn meiri. Tað sást týðiliga, at leikarinir úr Slovakia vóru betur fyri kropsliga, og okkara fóru at gera fleiri og fleiri feilir í uppspælinum.
KÍ legði seg á odda tíðliga í seinna hálvleiki, tá ið Deni Pavlovic kom at standa púra fríur við aftaru stong, og setti innarasíðuna á. Stór frøi á monnum - sensatiónin lúrdi!
Men tíverri hevði Bratislava meiri í sær. Teir gjørdist hepnir tá ið eitt av teirra skotum rakti ein KÍ leikara, bólturin broytti kós, og Jonathan fekk ikki labbarnar á.
Vit høvdu nakrar naskar royndir, men ólukkutíð manglaði tað síðsta í. Bratislava kom á odda 2-1, eftir eitt innlegg úr høgru. Áleyparin kom at standa væl fyri í málteiginum og stútaði bóltin trygt í netið.
Sum sagt, við hepni, so kundu vit havt gagnnýtt nakrar av støðunum betur. Tað merktist óiva at nógvir minuttir liggja í beinunum á nógvum av okkara, men stríðsviljin var framúr hóast vøllurin sá sindur tungur út og tað tekniska sveik onkuntíð av tí sama.
Hóast tapið so er nógv gott at taka við, og vit gleða okkum til at vit koma at hevna okkara tap. Komandi dystur verður í Trongisvági, har TB bíðar.
Koyr á KÍ