

16. sep 2023
Símun Kalsø hevur longt sáttmálan
Símun Kalsø hevur í dag skrivað undir ein sáttmála ið er galdandi til 2026.
Tann yngsti av Kalsø beiggjunum, ið allir hava spælt á besta liðnum, Steffan og Sørmundur, hevur í dag longt sín sáttmála við KÍ. Símun er uppruna miðvallari, men hevur røkt høgra bakkplássið.
Símun hevur tilsamans leikt tíggju dystir við betrideildarliðnum og hevur eisini verið í hópinum til dystirnar í Evropa.
KÍ gleðist um at Símun tekur eitt tørn afturat, og ynskir honum blíðan byr framyvir.