

Páll kom, sá og sigraði
Vit hava øll saknað hann í summar har minuttirnir ikki hava verið nógvir - men hann veit enn hvar málið er.
Tað gjørdist ein dystur við ikki nógvum málmøguleikum, tí tað allarmesta hendi ímillum báðar sekstanmetrarnar.
KÍ kom á odda 0-1, tá ið Árni Frederiksberg setti eitt hornaspark beinleiðis í málið - eftir at sjey tey fyrstu hornasparkini ikki reiðiliga vórðu vandamikil valdi hann at taka sakina í egnar hendir.
HB gjørdi tó skjótt av við at svara aftur, tí stutt eftir málið megnaði Adrian Justinussen at javna til 1-1.
Tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, kom Jóannes Danielsen til góða innleggstøðu í høgru, og smekkaði bóltin inn til Páll Klettskarð ið setti innarusíðuna á - og bólturin fór í málið. Hetta var 16. málið hjá Páll í 16 dystum í betrideildini.
Við sigrinum í dag leggja vit aftur sjógv aftur til arvafíggindarnar úr HB.
Takk fyri í dag - og serlig heilsan til Bláu Bylgjuna, ið var framúr í dag.
Komandi dystur verður við Djúpumýrar mánakvøldið.