

04. sep 2023
Sølan til bólkaspælið er byrjað
Atgongumerkini til bólkaspælið eru sett til sølu sum ein pakki fyri allar dystirnar.
Nú styttist, til vit fáa fyrsta evropeiska bólkaspælið í Føroyum nakrantíð, tá ið KÍ skal spæla í UEFA Conference League.
Vit fara at selja allar dystirnar í einum pakka fyrst, har tað ber til at tryggja sær pláss fyri serprís. Hendan sølan koyrir til mánadagin tann 18. sep. Tá byrjar sølan til einstakar dystir. Her vera bert tey pláss, ið ikki eru seld í pakkum, til sølu.
Skráin er hendan
Lille 05/10 kl. 17.45
Olimpija Ljubljana 26/10 kl. 17.45
Slovan Bratislava 30/11 kl. 17.45