

02. sep 2023
Atgongumerki til bólkaspælið
Atgongumerkini til bólkaspælið verða sett til sølu mánadagin kl. 17.
Nú styttist, til vit fáa fyrsta evropeiska bólkaspælið í Føroyum nakrantíð, tá ið KÍ skal spæla í UEFA Conference League.
Vit fara at selja allar dystirnar í einum pakka fyrst, har tað ber til at tryggja sær pláss fyri serprís. Hendan sølan koyrir til mánadagin tann 18. sep. Tá byrjar sølan til einstakar dystir. Her vera bert tey pláss, ið ikki eru seld í pakkum, til sølu.
Meira kunning kemur seinni.
Skráin er hendan
- Lille 05/10 kl. 17.45
- Olimpija Ljubljana 26/10 kl. 17.45
- Slovan Bratislava 30/11 kl. 17.45