

Nú er avgjørt hvørjum KÍ er í bólki saman við
Lutakast hevur verið fyri stuttari løtu síðani - nú er greitt hvørjum vit skulu møta í bólkaspælinum.
Løtan vit øll hava glett okkum til er nú komin, vit hava funnið mótstøðuliðini í Conference League bólkaspælinum.
Ein serlig heilsan til KÍ og Breiðablik varð send frá Uefa, ið fyri fyrstu ferð hava megnað at spælt seg í bólkaspæli.
Tummas Lervig og Kaj Dam, ið eru staddir til hátíðarløtuna í Monako, eru í løtuni í samráðingum við komandi mótstøðuliðini, fyri at skipa tey praktisku viðurskiftini við leikdøgum v.m.
Declan Rice varð heiðraður sum besti leikari á hesi hátíðarløtuni, eftir at West Ham United megnaði at vinna kappingina seinasta kappingarár.
Fyrrverandi liðskiparin hjá West Ham, Mark Noble, bar vakra steypið aftur, eftir at West Ham hevur havt hetta síðani finaluna.
Mótstøðuliðini eru hesi:
Úr potti 1: Lille (FRA)
Úr potti 2: Slovan Bratislava (SVK)
Úr potti 3: Ljubljana (SVN)
Liðini spæla tveir dystir ímóti hvør øðrum, ein heimadyst og ein á útivølli.
Tað vil siga at hesi eru í bólki saman við okkum, og skulu vit berjast um at koma víðari í kappingini. Tvey tey ovastu liðini koma víðari til endaspæli. Dystarskráin verður almenn sunnudagin.