AVSPÆL
01. sep 2023
Regin Sivertsen

Óhepnir í Tiraspol

Tað var lagt upp til sannan stórdyst, tá ið Sheriff Tiraspol og KÍ møttust til seinna dyst í play-off til Europa League

Dysturin var sum heild øgiliga javnur - hepni koppaði tíverri til heimaliðið. Sheriff kom á odda 1-0 eftir eitt brotsspark sum als ikki átti at verið dømt! Leikarnir skulu hava stórt rós fyri, at halda høvdið kalt eftir tílíkar støður har vit meta okkum verið fyri mismuni.

KÍ javnaði, eftir eitt hornaspark var Luc á rætta staðnum, og snittaði bóltin í málið til 1-1. Frammanundan hevði Luc Kassi eisini eina roynd á stongina. 

Sheriff megnaði at gagnnýta eitt mistak í KÍ verjuni, og løgdu teir seg á odda 2-1 - ið gjørdist endaliga úrslitið. 

Magne Hoseth sigur: Tað er løgið at siga at vit eru skuffaður eftir tveir dystir ímóti einum liðið, ið bæði hevur verið í Europa League og Champions League, men vit høvdu uppiborið meiri!
Nú hyggja vit frameftir - landskappingin koyrir og bólkaspælið nærkast. Nú gleða vit okkum at vita hvørji liðini eru, ið vit koma at møta til bólkaspælið.