

25. aug 2023
Jóhan er okkara
Vit gleðast yvir at kunna kunngerða at okkara ungi og ágrýtni áleypari Jóhan Josephsen, hevur longt samstarvið við KÍ fram til og við 2025.
Jóhan er 17 ár, og er komin inn í trimum dystum á meistarliðnum og er annars áleypari í 1.deild.
Jóhan hevur eisini spælt á U17 og U19 landsliðnum.
Vit fegnast um longda sáttmálan og ynskja Jóhan bestu eydnu komandi árini í sigursvanda bláa búnanum.
Koyr á KÍ