AVSPÆL
25. aug 2023
Regin Sivertsen

EL: Javnleikur á Tórsvølli

Talan gjørdist um ein rættiliga spennandi dyst, tá ið KÍ tók ímóti Sheriff Tiraspol í gjárkvøldi

KÍ liðið legði bragdliga fyri, og vísti tenn frá byrjan. Leikarnir hjá okkum sloppu at hava bóltin forholdsvís nógv ímun til hinar evropeisku dystirnar, og virðingin frá mótstøðuliðnum var stór. 

Hálvleiksstøðan var 0-0 og bæði liðini tóktust at vilja meiri enn ein javnleik. 

KÍ kom á odda 1-0, tá ið Luc Kassi spældi ein góðan bólt inn í málteigin, har Patrick da Silva skallaði bóltin í málið. KÍ lá framvið eftir 1-0 málið, og kundi havt lagt seg á odda 2-0, tá ið ein skallari frá liðskiparanum fór tíverri beint á málverjan.

Sheriff Tiraspol bleiv meiri álopssinna eftir at teir komu afturum. Tíverri megnaðu teir at skora eitt mál, og gjørdist endaliga støðan 1-1. Eitt úrslit sum ger, at alt er víðopið til dystin í komandi viku. 

KÍ ynskir at takka øllum sum møttu upp til dystin.