

Atgongumerkjasølan til Europa League Play-off byrjar í dag kl. 15
Eftir at norsku meistarirnir úr Molde slerdu KÍ út úr Champions League, skulu vit nú royna okkum í Europa League
UEFA Champions League ævintýrið fekk ein enda týskvøldið, tá Molde FK vann á KÍ eftir longda leiktíð. Hetta úrslitið merkir, at KÍ nú fer niður í UEFA Europa League kappingina, har vit skulu spæla play-off dyst ímóti meistarinum úr Moldova, Sheriff Tiraspol. Play-off dysturin er hitt síðsta umfarið undan bólkaspælinum. Hetta merkir at vinnarin skal spæla í Europa League bólkaspælinum, ímeðan taparin fellur niður í Europa Conference League bólkaspælið. KÍ hevur, sum tað fyrsta føroyska felagið nakrantíð, tryggjað sær evropeiskt bólkaspæl í heyst. Komandi dystirnir verða avgerandi fyri, hvat fyri kapping vit enda í.
Eins og undanfarin umfør í summar, skal KÍ spæla fyrra dystin heima í Føroyum ímeðan seinni dysturin verður á útivølli. Hesin fyrri dysturin verður á Tórsvølli hóskvøldið í komandi viku. Seinni dysturin verður í Moldova eina viku seinni.
Stórur eftirspurningur hevur longu verið eftir atgongumerkjum til komandi dyst á Tórsvølli. Atgongumerkjasølan byrjar altso í dag kl. 15.
Europa League er ein kapping við fleiri stórum feløgum. Millum annað kunnu vit nevna feløg sum Liverpool, Ajax, AS Roma, West Ham, Brighton, Villareal, Bayern Leverkusen, Sporting og mong onnur.
Sheriff Tiraspol hava verið meistarir í Moldova 21 ferðir seinastu 23 árini. Hetta er eitt felag sum javnan er at síggja í evropeiskum bólkaspælið. Seinast teir vóru í fínasta bólkaspælinum í Champions League, var fyri tveimum árum síðan, tá teir skelkaðu við at vinna 2-1 á Real Madrid í Madrid. So hóast hetta ikki er eitt so kent felag um okkara leiðir, so skulu teir takast í størsta álvara. Seinast KÍ spældi á Tórsvølli, vunnu vit 2-1 á Molde fyri einum fullsettum Tórsvølli. Skal KÍ eydnast í Europa League, er neyðugt at fylla Tórsvøll á sama hátt.
Lagt er upp til eitt stórt og spennandi fótbóltskvøld á Tórsvølli.
Atgongumerkjasølan, sum verður online, byrjar í dag, fríggjadag 18. august, kl. 15.00.
Dysturin byrjar hóskvøldið 24. august kl. 19.45.
Góðan dyst øll somul!