AVSPÆL
11. aug 2023
Regin Sivertsen

So endaði sigursrøðin

Víkingur vann 2-1 í kvøld í Sarpugerði

KÍ var í sermerktari útgávu í dag - ljósagrønir og svartir. Tað tøktiskt ikki sum um, at tað hevur ávirkað hópin at nógvir dystir hava verið, heldur hinvegin, var tað mótstøðuliðið ið hevði trupulleikar við krampa og øðrum.

Til tíðir var álopsspæli gott - spælið gekk skjótt og sýntist sum at KÍ fór at skora nøkur mál. Tó, so skoraði Víkingur tvær ferðir, og legði seg á odda 2-0.

Páll Klettskarð heldur tó áfram har hann slepti, og skoraði til 2-1 sum gjørdist endaliga úrslitið. 

Ein strika í rokningini hjá KÍ, sum fyri fyrstu ferð noyddist av vøllinum uttan trý stig.