

11. aug 2023
Nýtt leinki til atgongumerkjasøluna í Molde
Stórur áhugi hevur verið fyri KÍ sektiónina á Aker Stadion, men nú ber aftur til at keypa sær atgongumerki
KÍ fekk tillutað tvær sektiónir á Aker Stadion, har hvør sektión er umleið 365 setur. KÍ valdi einans at seta tí einu sektiónina til sølu, soleiðis at KÍ fjepparir komu at sita saman. Tann fyrsta sektiónin er nú útseld, og tí upplivdu fleiri í gjár, at nú bar ikki til at keypa atgongumerkir longur. Áhugin hevur sostatt verið størri enn roknað varð við.
Nýggja sektiónin, sum er beint omanfyri hinari, er til sølu nú og atgongumerkir kunnu keypast við at trýsta HER.
Vit síggjast í Molde!