AVSPÆL
11. aug 2023
Regin Sivertsen

Upptakt: Víkingur - KÍ

Í kvøld klokkan 19:00 bresta Víkingur og KÍ saman á Sarpugerði. Eftir ein steðg frá Betrideildini uppá ein góðan mánaða fer heimliga kappingin endiliga á rull aftur.

Seinastu ferð liðini møttust, í Klaksvík tann 16. apríl, var KÍ greitt omaná. Størsti spenningurin undan dagsins dysti er, hvør kemur at manna KÍ liðið í dag. KÍ hevur eina tætta skrá komandi mánaðirnir, og spældu fyri trimum døgum síðani ein týðandi dyst ímóti Molde. 

Víkingur hevur megnað at vent einari keðiligari gongd, og hava vunnið tríggjar dystir á rað. Dystirnir á Sarpugerði ímillum hesi bæði liðini plaga at vera tættir og spennandi. Veðurforsøgnin sigur at tað fer allarhelst at regna seinnapartin, men tá ið dysturin er bríkslaður í gongd, skuldi verðið turt og frálík líkindi til dyst.

Sum sagt, so er ivasamt hvussu Magne Hoseth kemur at blanda kortini til dagsins dyst - ivaleyst koma vit at síggja onkrar, ið ikki hava byrjað inni í Champions League dystinum, í dagsins dysti. 

Vónandi møta nógv fólk upp til dyst í kvøld. 

Koyr á KÍ.

//Mynd: Sverri Egholm