22. jul 2023
CL: Útselt við Djúpumýrar
Tað gekk minni enn eitt døgn, so varð útselt til Champions League dystin við Djúpumýrar ímóti BK Häcken
Tað hevur verið sannur KÍ rómur í Norðoyggjum eftir stórsligna úrslitið í Budapest. Eftirspurningurin eftir atgongumerkið til komandi umfar hevur verið stórur.
Tey 1300 atgongumerkini hava gingið sum heitt breyð, gravgangur eftir at vera vitni til komandi dyst, sum er ímóti svensku meistarunum BK Häcken.
Nú má tó sannast, at øll atgongumerkini eru seld, og kann tískil ikki bíleggjast meiri. Vit gleðast tó um stóra áhugan.
KÍ leggur tó afturat, at enn er pláss fyri fólkið við rørslutarn - tey kunnu kontakta Róa Clementsen á roi@ki.fo