AVSPÆL
20. jul 2023

Óveruligt!

Tað kendist óveruligt, KÍ hølvaði stórliðið, fimmfaldu-meistarnar í Ungarskum fótbólti, Ferencvaros av!

Málsetningurin undan dystinum var greiður, skuldi KÍ koma víðari, varð neyðugt við eini sensatión og vinna útivallardystin. 

Frammanfyri 23.000 garrvillum fjepparum í 32 hitastigum, var tó ongantíð ivi. KÍ var komið fyri at vinna dystin! Friður valdaði á Groupama leikvøllinum, tá ið Árni Frederiksberg umsetti brotssparkið til mál. 0-1 til KÍ. 

KÍ liðið vísti serstakliga góðan vilja og dirvi. Tað tøktist ikki, sum um at fjáltur var á monnunum á nakran hátt. Ferencvaros visti ikki síni livandi ráð, hvussu teir skuldu megna at berja verjuna hjá KÍ niður, og satt at siga, so hava teir onga støðu í báðum dystinum, har ein hugsar at teir kundu skorað ímóti Nils Jonatan Johansson. 

Tá ið góður hálvur tími er leiktur, vinnur René bóltin frá einum mótleikara á vinstru síðu, inni í sekstanmetrinum finnir hann ein leysan Deni, so skýtir eitt miseydnað skot á mál, bólturin trillar til Árna Frederiksberg, sum fær noterað sær til seinna málið í dystinum. 0-2 til KÍ og sannur veitslurómur hjá uppmøttu Bláu Bylgju.

Luc Kassi fekk síðani ein fríleypara beint fyri hálvleik. Rann frá verjuni, og úr spískum snýtir hann málverjan og økir um støðuna til 0-3.

Tað gjørdist endaliga støðan. KÍ er víðari eftir eitt satt ævintýr.