AVSPÆL
18. jul 2023
Rói Clementsen

Her sæst dysturin Ferencváros - KÍ

KÍ hevur keypt rættindini til dystin, sum verður mikudagin, og vísur hann á einum nýggjum palli.

Tað er lagt upp til eitt brak í Budapest mikudagin kl. 17.00 føroyska tíð. Ferencváros boðar frá at 18.000 atgongumerkju eru seld dagin fyri dystin, men eisini KÍ fjepparar vera til staðar, eini 30 fólk.

Í farnu viku vitjaðu Ferencváros í Klaksvík, har teir møttu einum sterkum KÍ liðið, sum á einum øðrum degi kundi havt vunnið dystin. Dysturin endaði tó 0-0 og tí er einki avgjørt undan seinna dystinum, sum altso verður spældur í Budapest mikudagin.

Ein vinnari skal finnast. Vinnarin skal spæla í ørðum umfari í Champions League, har svenski meistarin BK Häcken bíðar. Taparin rýkur niður í Conference League kappingina, har Írski meistarin Shamrock Rovers bíðar.

Tað verður møguligt hjá áhugaðum at keypa sær atgongd til dystin, so kallað pay per view ið kostar 15 evrur ella 111 kr.

Frásøgumaður verður Regin Sivertsen og viðmerkjari verður Jóan Pauli Jacobsen.

Neyðugt er at gera ein brúkara og síðan gjalda við gjaldskorti. Um tú brúkar teldu, so ber til at cast'a á sjónvarpið við chromecast, ígjøgnum Google Chrome browsarin. Tað er ikki møguligt at cast'a uppá chromecast við browsara á iPhone. Um tú hevur smart TV, so ber til at brúka browsarin í sjónvarpinum.

Vit byrja at senda beinleiðis úr Budapest kl. 16.30. Frásagnin byrjar stutt undan dystarbyrjan, sum altso er kl. 17.00.

Sí dystin við at trýsta HER.