AVSPÆL
30. jun 2023
Regin Sivertsen

Lutakast hevur verið hjá kvinnunum

Í dag var lutakast hjá KÍ kvinnunum, um hvørjum tær kundu møta í fyrsta umfarið í Champions League

21 ferðir áður hava KÍ kvinnurnar verið í Champions League.

KÍ kvinnurnar skulu, sum kunnugt, eisini spæla í Champions League í ár. Lutakast hevur verið í dag, og endaðu KÍ í bólki 4, saman við:

ZFK Spartak Subotica, Serbia
HB Køge, Danmark
KuPS, Finland

Hátturin er tann, at tað er skipa sum fyrst hálvfinalur ímillum hesi fýra liðini, har vinnandi liðið úr báðum hálvfinalunum spæla finalu um at koma víðari til næsta umfar. 

Fyrsta umfarið verður leikt í Køge.

KÍ trekti ZFK Spartak Subotica úr Serbia. 

Høvuðsvenjari hjá KÍ, Kristoffer Kvistgaard, sigur í stuttari viðmerking, at hann væntar sær trupla mótstøðu í dystinum ímóti Subotica - ið hava eina flotta røð av meistaraheitum í heimligu deildini. Fyrsta umfari í Champions League byrjar fyrst í septembur, og verður tí gongd sett á landskappingina áðrenn fráferðina. Men fyrireikingarnar til mótstøðuliðini eru settar í gongd, og fara tær at kanna komandi mótstøðuliðið væl.