AVSPÆL
13. jun 2023
Sølvá Joensen

KÍ fótbóltsskúli í døgunum 23-24.juni

Tað er við gleði at vit kunnu kunngera at árligi fótbóltsskúlin, ið FSF skipar fyri verður í Klaksvík!

Fótbóltsskúlin hjá KÍ verður fríggjadagin og leygardagin, 23. og 24. juni.

Fótbóltsskúlarnir eru ætlaðir børnum og ungum, bæði gentum og dreingjum, í aldurinum 7 til 13 ár (fødd í 2010 til og við 2016).

Øll, sum luttaka, fáa afturat góðari fótbóltsvenjing, eisini mat, frukt, bólt, eina t-troyggju og luttøkubræv.

Kostnaður fyri luttøku er

U7 og U9: 425 kr.
U11 og U13: 500 kr.

Les meira og melda til longu nú her:

https://fsf.atgongumerki.fo/webshop/event/2052489/order/info