AVSPÆL
02. jun 2023
Súni Clementsen

Upptakt // Norðoyastevnudystur 2023

AB vitjar við Djúpumýru leygarkvøldið á norðoyastevnu

Hjá KÍ gongur framvegis eftir vild og hevur KÍ nú vunnið 12 útav 12 dystum í landskappingini. Sjey stig eru niður til HB á øðrum plássi.

KÍ var í Fuglafirði seinast, har ÍF var fyri stórtapi 1-7. Okkara Páll Klettskarð skoraði hattrikk og eisini skoraði ungi lokali Jákup Vilhelmsen sítt fyrsta mál í sínum fyrsta dysti fyri besta liðið.

Hjá AB hevur gingið striltið at skora mál. Argjamenn hava í 11 dystum skorað tvey mál og vunnið eittans stig. AB liggur harvið aftast á 10. plássi og hava 8 stig upp til niðurflytingarstrikuna.

Stevnudystir eru vanliga steypadystir, soleiðis er eisini á norðoyastevnu, har vinnarin fær steyp. Endar dysturin við javnleiki, so verður brotssparkskapping um norðoyastevnusteypið.

Bláa Bylgjan skipar fyri upphiting í Bláustovu frá kl. 17, har pitsa og annað gott verður at fáa. Øll eru vælkomin bæði ung og gomul.

Jákup Øssursson Mohr verður dómari og hann bríkslar fyri fyrstu ferð kl. 19.00 leygarkvøldið.

Góðan dyst og góða norðoyastevnu øll somul!