

28. mai 2023
Upptakt // 2. Hvítsunnudagsdystur í Fuglafirði
KÍ skal stutta túrin til Fuglafjørð, har ÍF tekur ímóti í Fløtugerði
Tað eru tvey ár síðan klaksvíkingar vóru til dyst í Fuglafirði seinast, hetta tí at ÍF spældi í 1. Deild í fjør.
Eftir sigurin á B36 mikukvøldið, hevur KÍ nú vunnið 11 útav 11 dystum í Betri Deildini 2023. KÍ hevur nú 7 stig niður til HB á annað plássi.
Fuglfirðingar hava tapt seinastu fýra dystirnar og liggja nú á áttanda plássi við 9 stigum.
KÍ og ÍF spældu í Klaksvík fyrr í mánaðinum, tá skuldu 76 minuttir til áðrenn KÍ fekk hol á og vann dystin 1-0.
Dómari verður Eiler Rasmussen, og hann bríkslar fyrstu ferð kl. 15.00 í morgin, 2. hvítsunnudag.
Góðan dyst øll somul!